Gransking: Umfatandi sjósílaverkætlanin hjá P/F Fiskaaling byrjaði í 2019. Verkætlanin er í tveimum pørtum: 1) fellan í Sandá, ið kannar nær sjóbúgvin sjósíl ferðast á sjógv á fyrsta sinni, og 2) kanning av trivnaðinum hjá vaksnum sjósílum á sjónum.
Sílafellan varð í 2020 sett upp 23. apríl og tikin niður aftur 17. Juli
Eins og í fjør, sást, at avfallið er avgerandi fyri, nær sílini ferðast á sjógv. Tað merkir, at væl fleiri síl vórðu fingin, tá ið áin var stór. Í 2020 fóru sjósílini ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, í størstan mun oman í seinnu helvt av juni, ið var umleið ein mánað seinni enn í 2019. Í 2020 fingu vit tilsamans 619 sjósíl í felluna, og tey vigaðu í miðal 81,5 g og vóru 19,6 cm til longdar.
Kanningarnar av vaksnu sílinum á sjónum vórðu framdar eftir tveimum leistum: veiða við gørnum (46 síl) og umvegis sílafiskarar, ið sendu inn roðslu frá sílum teir høvdu fingið (166 síl). Hesi sílini vigaðu í miðal 397 g og vóru 34 cm til longdar. Sílini høvdu flest lýs í juli, tá ið 69% av sílunum høvdu lús og miðaltalið var 7,7 lýs.
Roðslan av vaksna fiskinum varð lisin, og sambært hesum var aldursbýtið á kannaðu sílunum soleiðis:
- Tvey ára gomul: 40 síl
- Trý ára gomul: 66 síl
- Fýra ára gomul: 62 síl
- Fimm ára gomul: 18 síl
- Seks ára gomul: 3 síl
- Sjey ára gomul: 1 síl
Eisini vísti roðslan, at sílini ið fóru á sjógv á fyrsta sinni sum tvey ára gomul, áhaldandi vóru longri enn tey ið fóru á sjógv sum trý ára gomul (mynd 1).
Mynd 1. Longd (cm) við aldur (ár) hjá sjósílum ið vóru ávíkavist tvey ára gomul (ovara linjan) og trý ára gomul (niðara linjan) tá ið tey fóru á sjógv á fyrsta sinni.
Umframt at munur er á vøkstrinum hjá sjósílum tey ymisku árini (mynd 2). Enn er tó ov tíðliga at meta um hví so er.
Mynd 2. Árligir munir á vøkstri fyrsta árið á sjónum hjá sjósílum ið fóru á sjógv á fyrsta sinni sum tvey ára gomul.
Verkætlanin heldur fram í 2021, og eru øll hjartaliga vælkomin at senda inn roðslu frá sílum fingin á sjónum. Lesið meira um luttøku í verkætlanini og innsending av roðslu her.
Øll verkætlanin (á enskum) kann lesast her.
Verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.