Eins og undanfarnu ár tók Kringvarp Føroya allar framløgurnar á Vísindavøkuni 2023 upp. Tær hava síðani verið sendar ein fyri og onnur eftir gjøgnum veturin.
Týsdagin 6. februar er tað Kirstin Eliasen, granskari á Firum, ið fer at greiða hyggjarum frá um sjósílakanningar í Føroyum.
Um tú ikki hevur stundir at bíða, kanst tú síggja framløguna her: https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=164312