Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Firum, hevur í dag lagt fram á ráðstevnuni “First Island Water Congress”, sum hevur verið seinastu dagarnar í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er ein interdisipliner ráðstevna. Hon snýr um, hvussu man nýtir feskt vatn sum resoursu í einum oyggjasamfelagi. Sissal legði fram í sessiónini “Hard Innovation”, har hun tosaði um 'A novel method for estimating local rain as freshwater discharge from Faroese Rivers into fjords'.
Í framløguni tosaði Sissal um metoduna aftan fyri tað hydrologiska modellið* (=vatn model), hon hevur ment (kallað FarRiv), og sum hon nýtur sum input til 3D havmodellið FarCoast** Version2. Hesum arbeiðir hon við á Firum.
Metodan til hydrologiska modellið* byggir á at sameina satellit dátur (DSM dátur frá umhvørvisstovuni), observatiónir og machine learning, og so koyra tað numeriskt. Síðani verður útroknað, hvussu nógv vatn rennur úr hvørji einari av teimum umleið 2.000 áunum í Føroyum. Hetta hevur stóran týdning fyri sonevnda estuarina rákið, eisini nevnt fjarðarákið.
Næsta stigið í verkætlanini er at góðskutryggja hydrologiska modellið, so tað millum annað kann nýtast í samband við gransking í grundvatni. Hetta er eitt samstarv millum Sissal Vágsheyg Erenbjerg á Firum, Barbaru Hansen, Óluvu Eidesgaard og Lis Mortensen á Jarðfeinginum, sum er sprottið úr tveimum ymiskum verkætlanum, sum eru fíggjaðar av Granskingarráðnum (grants nr. 0473 og 0464).
*. En hydrologisk model er en forenkling af et system i den virkelige verden, der hjælper med at forstå, forudsige og styre vandressourcer. Både strømmen og kvaliteten af vand studeres almindeligvis ved hjælp af hydrologiske modeller
**. https://doi.org/10.5194/os-17-1639-2021