mikudagur, 16. desember 2015
Signar P. Dam hevur tann 14. desembur 2015 vart MSc ritgerð við heitinum Behaviour of Atlantic salmon (Salmo salar) in production cages at exposed locations: Effects of waves and current á Marinbiologisk Sektion í Helsingør, ið er deild undir Keypmannarhavnar Universitet (KU).
Arbeiði við serritgerðini hevur verið skipað sum eitt samstarv millum KU og Fiskaaling, og eru umfatandi mátingar framdar á alibrúkinum hjá Luna í Miðvági við sera góðari hjálp og hollum stuðli frá starvsfólkunum hjá Luna og Bergi Andreassen frá felaginum Faroesea.
Amerikanska felagið RDInstruments stuðlaði við láni av teirra nýggjastu tøkni innan streym- og aldumátara.
Canadiska felagið VEMCO vísti eisini vælvild við útgerð til at máta dýpi og svimjiaktivitet hjá fiski.
Peter Østergård, fiskadjóralækni, veitti eina hjálpandi at seta mátiútgerðina á tveir fiskar.
Vegleiðarar hava verið John Fleng Steffensen, professari á KU, og Øystein Patursson og Knud Simonsen á Fiskaaling.
Signari verður ynskt hjartaliga tillukku.