Seta út í Miðvági

Teir eru farnir at seta smolt út í Miðvági. Ætlandi verður umleið ein millión í ringunum, tá liðugt er Fiskur kemur nú aftur í aliringrnar á Miðvági. Tey fyrstu smoltini eru farin á sjógv, og tá liðugt er, verða umleið ein millión fiskar í 16 – 17 ringum, sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, sum eigur alistøðina á Miðvági. Smoltini hjá Hiddenfjord eru rímiliga stór, tá tey verða sett út. Tey smæstu, sum verða sett út í hesum umfarinum, liggja um eini 200 – 300 gram. Fyrr í ár varð smolt sett í tríggjar ringar í Hestfirði sunnanvert Velbastað. Har vigaðu tey størstu umleið 750 gram, greiðir Atli Gregersen frá. Tað verða á leið 60.000 fiskar fiskar koyrdir í hvønn ringin. Gjørt er av at seta endaliga talið út beinanveg, heldur enn at fylla nógv í ringarnar at byrja við, fyri síðan at flyta millum ringar seinni. Tað kunnu vera bæði fyrimunir og vansar við tí, sigur Atli Gregersen. Tað slepst undan tí arbeiðinum, sum stendst av at skilja og flyta fiskin seinni. Hinvegin er brúk fyri meiri útgerð, reingerð av nótum o.s.fr. nú beinanveg. -Men soleiðis hava vit valt at gera tað, tí vit meta fleiri fyrimunir vera í tí.