Gransking: Kann taraaling upptaka tøðevni frá laksaaling? Henda spurningin setti Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, í framløgu á stóru WEFTA-ráðstevnuni, sum er á Hotel Føroyum í hesum døgum.
Agnes greiddi frá spurninginum um, hvørt tari, sum er aldur í samalingarskipan við laksi, hevur kapasitet at upptaka nutrientar, ella tøðevni, ið koma frá laksaalingini á føroyskum firðum.
Vit vita, at tari upptekur tøðevni. Vit vita eisini, at nógv tøðevni kemur frá virknum aliringum, men eisini at nógv tøðevni kemur inn á føroysku firðirnar frá landgrunninum. Tað er tí sera áhugavert at vita, um tarin vil gagnnýta tað eyka tøðevni, ið alifiskurin framleiðir, tá tarin verður staðsettur við alibrúkið. Út frá hesum varð kannað, um tari veksur betri í samaling við laksi, enn tá tari veksur burturfrá laksaalingini.
Úrslitini vístu hvørki betri úrtøku ella betri vøkstur í taranum, sum vaks saman við laksinum. Niðurstøðan er tí, at tari aldur í eini samalingarskipan saman við laksi á føroyskum firðum, klárar ikki at upptaka tey eyka tøðevnini, ið laksaalingin letur út í umhvørvið. Orsøkin er, at tað náttúrliga fjarðarumhvørvið hevur so mikið nógv tøðevni, at tarin ikki hevur tørv á tøðevnunum, sum laksaalingin letur út.
Hinvegin ber eisini til at staðfesta júst tað, at føroyskir firðir hava stórar menningarmøguleikar til at bera vinnuliga taraaling. Tað merkir, at við taraaling á firðunum verða tøðevnini gagnnýtt til at framleiða ein biomassa við vinnuligum potentiali, samstundis sum tøðevnisbudgettið á firðunum verður betrað.
Taraaling vil tó bert betra um tøðevnisbugettið á firðunum, um tarin verður skorin og tikin úr fjarðarskipanini, áðrenn hann verður slitin og pettir detta av, og eisini áðrenn kúvingurin Lacuna vincta byrjar at eta av tí alda taranum. Lacuna vincta er ein lítil kúvingur við óvanliga stórum kapasiteti at eta tara. Verður aldi tarin ikki skorin, áðrenn kúvingurin byrjar at gera um seg um summarið, so endar tarin sum kúvingaføði, og tá tilførir taraaling tøðevni og karbon til fjarðarbugettið, heldur enn at taka tað burtur úr.
Tað er í sambandi við verkætlanina SUREAQUA, at Fiskaaling, Hiddenfjord og TARI-Faroe Seaweed samstarva um at kanna kapasitetin hjá tara at upptaka tøðevni frá laksaaling í eini samaliskipan. Taralínur sáddar við brúntaraslagnum Saccharina latissima vórðu settar út í aliringar saman við laksi í Vestmanna og á Sørvágsfirði.