Ráðstevnan: Vitan til varandi aling fyri 3. ferð

Tann 8. november verður ráðstevnan "Vitan til varandi aling" hildin á triðja sinni.     

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni.     

Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við alirelateraði evni.     

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað við granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum. Í vísindanevndini sita Unn Laksá frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.    

Yvirskipaðu evnini fyri ráðstevnuna verða í breiðum høpi innan hesar karmar:     

 

Tøknimenning  
- aling á landi (RAS)  
- nýggj tøkni, nýggir møguleikar  
- nýggjar alivinnur     

 

Umhvørvið  
- árin frá alivinnu á vistskipanina  
- árin frá umhvørvinum á alivinnuna  
- lívfrøðiligt margfeldi  
- ávirkan av veðurlagsbroytingum á alivunnuna 

  

Týdningur av alivinnu á búskap og samfelag (implementerast øll evni)  
- búskapar avleiðingar av tøkni  
- búskaparligar avleiðingar og lívfrøðiligt margfeldni  
- marknaðarkrøv    

  

Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum, og so verður mett, um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.  

Í næstum verður kunnað nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og annað viðkomandi.