hósdagur, 10. august 2017
TÆNASTA: Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina app, sum nú er tøk umvegis snildfon,
har til ber at fylgja sjóvarfallinum kring oyggjarnar. Rákið verður dagført
hvønn 15. minutt.
Við nýggju appini, Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn
áður. Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin
eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Somuleiðis kann hon nýtast til
undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.
Tá appin er fingin inn á snildfonina,
er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana. Og tá hon verður
latin upp, vísir appin eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið
er júst tá. Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt. Dagur
og klokka síggjast niðast á skíggjanum. Eisini ber til at fara inn í ein álmanakka,
velja ein ávísan dag og so síggja rákið fyri hvørjar 15 minuttir fyri valda
dagin.
Til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama
hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini. Pílarnir vísa rætningin á
rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina. Blátt stendur fyri kyrrindum,
grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum
metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og
seks sjómíl.
Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur
staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur
veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi,
sniðgevi og forritari, meðan Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til
verkætlanina.
Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á
heimasíðuni: www.rak.fo, har
eisini ein vegleiðing er tøk.
Ein animering frá appini av rákinum í Suðuroyarfirði tann 25. juni í
ár er tøk á https://www.youtube.com/watch?v=AjyFds12M6U
Myndatekstur: Frá forsíðuni á www.rak.fo,
har til ber at kunna seg um streymin kring Føroyar