fríggjadagur, 4. mars 2016
Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Moskva, greiddi á aliráðstevnuni frá arbeiði og uppgávum hjá sendistovuni. M.a. við atliti at útflutningi av laksi til Russlands.
Føroysur laksur verður seldur sum føroyskur í Russlandi, greiddi hann frá. Hinvegin er Hvítarussland brádliga vorðið stórleverandørur av millum øðrum aldum laksi til Russlands. Men her er talan um manipulatión, segði hann, og metti, at tað helst var norskur laksur, sum skifti uppruna í grannalandinum.
Mett verður, at verandi støðan fer at halda sær eina tíð enn, av tí, at ES tiltøkini eru galdandi í hvussu er fram til juli í ár. Russiski búskapurin hevur ikki havt tað so gott í seinastuni, men nú er ein lítil glotti at hóma, segði Bjørn Kunoy, tí rubilin er hækkaður eitt vet seinnu vikurnar.
Eitt av komandi tiltøkunum, sendistovan fer at luttaka á í Russlandi, er ein ráðstevna í Murmansk, har sendiharrin fer at siga frá um føroyska alivinnu.