Roðsla kann geva 10.000 kr

Ein einstøk roðsla kann siga nógv um lívið hjá einum síli. Við at hyggja at vakstrarbeltum á roðsluni, kann vøkstur og aldur á sílinum staðfestast.

Í tíðarskeiðum við lágum vøkstri, t.d. um veturin, eru vakstrarbeltini tættari, enn í tíðarskeiðum við góðum vøkstri. Roðsla kann tí geva kunnleika um aldur og vøkstur ymisk tíðarskeið í lívinum hjá einum síli. Umframt hetta, ber til at síggja hvussu nógv ár sjósílið var í ánni, áðrenn tað leitaði sær á sjógv á fyrsta sinni. 

Fiskaaling hevur nýtt roðslu til sítt kanningararbeiði av sjósílum í Føroyum síðani 2019. Árliga savnar Fiskaaling eitt góðkent tal av sjósílum inn við gørnum. Umframt hetta, kann ein og hvør ið fangar síl, senda roðslu inn til Fiskaaling, og harvið vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Roðslan verður send Fiskaaling í sermerktum brævbjálvum, ið kunnu fáast ókeypis kring landið. Um hetta hevur tín áhuga, ber til at fáa brævbjálvar á hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur
  • Hjá Rólant, Sandur
  • Jógvan Weihe, Tórshavn
  • Effo, Kollafjørður
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík

Ella við at skriva navn og bústað til okkara á fiskur@fiskaaling.fo, so senda vit tær brævbjálvar.

Drigið verður um vinnandi brævbjálvan í desembur mánaði.

Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum er at finna á fiskaaling.fo. Frímerki er ikki neyðugt, Fiskaaling rindar postgjaldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn roðslu frá sílum, og vit vóna at nógv senda okkum roðslu aftur í ár.

Verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.