Royndir við lúsadúki á alibrúkum

Norska heimasíðan lusedata.no veit at siga, at royndir við planktondúki á aliringum hava givið góð úrslit í stríðnum móti lús. Alari, sum hevur roynt hendan háttin í Føroyum, er ikki so avgjørdur Á fimm ymsum støðum í Nordland í Noreg eru royndir gjørdar við sonevndum planktondúkum, sum heftir verða á aliringar við tí fyri eyga at forða lúsini atgongd til fiskin í ringunum. Heimasíðan lusedata.no skrivar, at royndirnar, sum gjørdar eru í 2012 of 2013, vísa, at dúkurin verjir væl móti lús í ringunum. Royndir vórðu gjørdar við seks og tíggju metra síðum dúkum, og sagt verður soleiðis: -Konklusjonen er at bruk av planktonduk effektivt kan bidra til å redusere smittepress innenfor et område og at planktonduker med skjørtelengder på 10 meter har størst effekt. Á alistøðunum hjá Hiddenfjord í Sørvági og Miðvági hava dúkarnir, ella skjúrtini, sum teir nevna tey, eisini verið roynd. Atli Gregersen, stjóri, sigur, at teir ikki hava somu góðu royndirnar, sum norðmenn siga frá. Tað vísti seg, at skjúrtini vóru ov veik til aliringar, sum liggja ov uttalaga. Tey toldu ikki veðrið, og skrædnaðu. Slíkar royndir mugu gerast á deyðavatni. Á innaru ringunum á Sørvágsfirði kundu tey brúkast, men Atli Gregersen leggur dent á, at úrslitið haðani kann ikki nýtast sum nøkur roynd soleiðis, tí har vóru skjúrt á øllum ringunum, so eingin samanbering kann gerast við ringar uttan skjúrt.