mánadagur, 25. november 2013
Um vikuskiftið vóru fólk eystan fyri Nólsoy og løgdu tveir aliringar út. Hetta er liður í eini verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, um tað ber til at ala fisk á opnum havi undir Føroyum.
Í fyrsta umfari eru tveir ringar lagdir út. Ringarnir eru tómir, og ætlanin er í fyrsta lagi at kanna, um veðurlag og streymur yvirhøvir góðtaka, at aliringar liggja so mikið langt til havs.