Tá ein lús setir seg á fiskin, er hon ikki meira enn ein slakan millimetur til støddar. Á fiskinum vaksa lýsnar seg stórar og kunnu gerast upp í ein stívan sentimetur. Tað finnast tvey sløg av lús, sum kunnu liva á alilaksi, og hesar eru laksalús og seiðalús. Seinna slagið kann eisini liva á rognkelsi. Meðan lýsnar eru heilt smáar – umleið tríggjar millimetrar – ber ikki til at siga, hvat slag av lús, talan er um. Tær smæstu lýsnar verða kallaðar fastar lýs, tí tær líma seg fastar á fiskin og kunnu tí ikki flyta seg á fiskinum, fyrr enn tær gerast nakað størri. Fiskaaling ger javnan kanningar fyri vinnuna, har tað millum annað verður hugt í magan á rognkelsum fyri at kanna, hvat tey hava etið. Í hesum sambandi verða tær minstu og føstu lýsnar javnan funnar i maganum hjá rognkelsum. Men av tí, at vit ikki við vissu kunnu siga, um lúsin hevur sitið á laksi ella rognkelsum, hevur verið torført at meta um, hvørt rognkelsini hava tikið lúsina av laksinum ella av øðrum rognkelsum. Tó so, herfyri fann Fiskaaling eina fasta lús í einum rognkelsismaga, ið enn var límað føst til eitt petti av laksaroðslu (sí mynd). Rognkelsi hevur ikki roðslu, og hendan lítla lúsin var tí við vissu etin av einum laksi. Hetta kann fyri summi ikki tykjast sum stórtíðindi, men fyri alivinnuna hevur hetta stóran týdning, tí okkum kunnugt er hetta fyrsta staðfesting av, at rognkelsi eru før fyri at eta fastar lýs av laksi. (Myndatekstur) Tær smæstu lýsnar líma seg fastar á alifiskin og flyta seg tí ikki runt á fiskinum, sum tá tær gerast størri. Um nakar ynskir at vita meira um hetta, ber til at venda sær til Kirstin Eliasen, tlf. 774703.