Reinsifiskar

Tað er staðfest, at rognkelsi, sum livir í aliringum, etur lús av alifiski. Tí hava lívfrøðiligir hættir at halda talið av laksa- og seiðalús niðri fingið størri áhuga seinastu árini. Fiskaaling byrjaði í 2012 við royndum at ala rognkelsi í Nesvík. Nakað av vitan finnst um hvussu hesin fiskurin kann alast, men enn eru nógv eftir at kanna. Í tí sambandi, hevur Fiskaaling fingið samstarv í lag við útlendskan granskingarstovn.  Tær fyrstu royndirnar í 2012 gingu ikki eftir vild, men í ár hevur gingið betri. Málsetningurin er at framleiða nóg mikið av rognkelsi á uml 5-7cm til avmarkaða royndarútseting í aliringar saman við laksi komandi vár.   Verkætlanin umfatar eisini atferðarroyndir . Kannað verður í hvønn mun fiskurin etur lús og hvussu hetta kann optimerast.