Reinføri hevur týdning fyri góðsku

Greinin ” Gaping and loss of fillet firmness in farmed Salmon, (Salmo salar L.) closely correlated with post-slaughter cleaning of the abdominal cavity” er komin út í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture Research. Tað er Ása Jacobsen, Ph.D.lesandi á Fiskaaling, ið saman við øðrum hevur skrivað greinina. Góð góðska á laksaflakinum er sjálvsagt av stórum týdningi fyri at fáa góðan søluprís. Aftrat hesum eru fløk, ið detta lætt sundur, ella eru bleyt, torfør at arbeiða víðari við, um ætlanin er at selja meira viðgjørda matvøru og ikki bert heilan laks ella heil fløk. Tískil verður nógv granskað í góðsku á alifiski. Í greinini verður greitt frá, hvussu ávísir framleiðsluhættir í laksaaling kunnu ávirka góðskuna á flakinum. Ein royndaruppseting varð gjørd í samstarvi við HiddenFjord, har tríati laksar vórðu tiknir frá við vanliga tøku. Í royndini varð kannað, hvørja ávirkan reinsingin av búkholuni hevur, eins og køling frá tøku til goymslu. Fyrsta royndardagin vórðu ymiskar mátingar gjørdar, og eftir 7 dagar á goymslu vórðu aftur aðrar góðskumátingar gjørdar. Royndin vísti, at týðiligt samband er millum, hvussu væl fiskurin verður reinsaður fyri blóð og aðrar kropsveskur, og góðskuna á flakinum. Laksur, ið ikki varð reinsaður væl, hevði bleytari fløk og fleiri hol og rivur í flakinum, tað ið verður nevnt gaping. Hetta sambandið er ikki víst áður, og kann hava sera stóran týdning fyri vinnuna. Hóast tað sýnist eyðsæð, at blóð og annað verður  reinsað burtur, áðrenn laksurin verður koyrdur á køligoymslu, verður hetta ikki altíð gjørt í nóg stóran mun. Tað krevur nærlagt arbeiði at reinsa búkholuna nóg væl. Hendan vitanin er eisini av stórum týdningi fyri granskingina av góðsku á alilaksi sum heild. Um hædd ikki verður tikin fyri reinsingini, kann tað ávirka úrslitini av øðrum royndum og kanningum. Tískil má reinsingin, ið ofta ikki er nevnd í sambandi við gransking á hesum øki, heldur gerast ein fastur partur at taka atlit til. Umframt Ásu Jacobsen, sum er høvuðsrithøvundur, hava Jonhard Eysturskarð frá Fiskaaling og Hóraldur Joensen frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum skrivað greinina. Arbeiði er partur av eini Ph.D. verkætlan, ið er stuðlað av Fiskaaling, Granskingarráðnum og Fiskivinnugransking. Øll greinin kann lesast á http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/are.12884/abstract