PhD verkætlan søkir eftir lesandi at arbeiða við evninum:
VÆLFERÐ OG FØÐSLA HJÁ ROGNKELSUM Í ALIRINGUM: menna skilabesta føðslutørvin fyri ung rognkelsi, grundað á eina kanning av villum stovnum
Søkjast kann í hesum sambandi um PhD lestrarstuðul áljóðandi knappar 130.000 kr. um árið í tilsamans trý ár. Hin lesandi verður innskrivaður á the University of Stirling og fyrst og fremst staðsettur í deildini fyri aling.
Umsóknarfreistin er 28. mars 2019.
Les meira um umsóknartreytir her.
Verkætlanin er eitt samstarv millum the University of Stirling í Skotlandi og Fiskaaling í Føroyum.