Gransking: Mikudagin 15 desembur fer Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, at verja PhD-ritgerð. Heitið á ritgerðini er Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach.
Verjan, sum byrjar mikumorgunin kl. 08.00 á Københavns Universiteti, verður stroymað, soleiðis at til ber hjá øllum at fylgja beinleiðis við á netinum umvegis hesa leinkjuna, ella við at fara inn á facebooksíðuna hjá Fiskaaling.
Ritgerðin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um eina økishavmodellskipan (Regional Ocean Model System, (ROMS), eisini kallað FarCoast, sum lýsir rákið kring Føroyar og á føroyska landgrunninum.
Eitt úrslit av verkætlanini er, at FarCoast skipanin hevur givið lýsingar av Sundalagnum Norður, sum eru munandi betri enn eldri tilfar hevur megnað at geva. Tí eru úrslitini eisini av serliga stórum áhuga fyri alivirksemi í økinum.
Granskingarráðið, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling fíggjaðu verkætlanina.
Prof. Eigil Kaas frá Københavns Universitet hevur verið høvuðsvegleiðari hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg, meðan Bogi Hansen, Knud Simonsen og Jon Albretsen vóru hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini sita prof. Christine Hvidbjerg frá Københavns Universitet, prof Jarle Berntsen frá Universitetinum í Bergen og prof. Hans Burchard frá Universitetinum í Rostock.