Ph.d.-ritgerð um rákið í og kring aliringar

Fríggjadagin 2. desember fer Heini Winthereig Rasmussen, cand.polyt., at verja ph.d.-ritgerðina "Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages” á Fróðskapursetur Føroya.  Verkætlanini er øll gjørd á  P/F Fiskaaling. Í verkætlanini eru nágreiniligar mátingar gjørdar av, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerðina á aliøkinum á Gulanum. Síðani er roynt at endurskapa rákið við simuleringum við nýmentum teldumyndlum. Samanberingar eru eisini gjørdar við áður gjørdar mátingar í royndarbrunnum. Hetta arbeiðið er millum fyrstu royndir yvirhøvur at fremja slíkar simuleringar fyri eitt alibrúk í fullari vinnuligari stødd. Slíkir teldumyndlar eru hent amboð til at gera metingar av sjógóðskuni í einum alianleggi, og hvussu møgulig smitta verður flutt millum ringarnar. Samanberingarnar vísa, at rákið broytist munandi meira í veruleikanum enn teldusimuleringar fyri ringar við ongum fiski í, geva ábendigar um. Víst verður á, at orsøkir til hetta kann verða gróður á nótunum, og at nótin broytir skap orsakað av rákinum, umframt at laksurin kann hava stóra ávirkan á rákbroytingina. Niðurstøðan er tí, at leggjast má upp fyri hesum fyribrigdum fyri neyvt at kunna greiða frá ráki og rákbroytingum í sambandi við teldusimuleringar. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráði Føroya og P/F Fiskaaling. Vegleiðarar hava verið Knud Simonsen, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, og Pascal Klebert, granskari á SINTEF. Í próvnevndini eru Bárður Niclasen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, Odd Magnus Faltinsen, professari á Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Unversitet (NTNU), og David Fredriksson, professari á US Naval Academy, New Hampshire, USA. Ritgerðin er til skjals alment á Landsbókasavninum. Høvuðsbulurin í ritgerðini er longu almannakunngjørdur í trimum greinum í altjóða vísindatíðarritum, sum fyrr eru umtalaðar her á heimasíðuni hjá Fiskaaling:     Rákið millum aliringarnar á Gulanum í nýggjari vísindagrein (13.09.2016), sí http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=3&id=223&menu=-1&index=1     Streymmátingar á Gulanum í vísindagrein (04.09.2015), sí http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=3&id=177&menu=-1&index=3     Rákið aftan fyri aliringar í vísindagrein (04.03.2015), sí http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=3&id=165&menu=-1&index=4