Gransking: Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling vardi PhD-ritgerð sína í morgun um rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norður. Granskingin aftan fyri ritgerðina er týðandi liður í arbeiðinum at skilja streym og rák í føroyskum sjóøki.
Sissal Vágsheyg Erenbjerg legði fyrst fram granskingarúrslit í ritgerðini, sum hevur heitið Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach. Eftir framløguna settu andmælingar fram spurningar og viðmerkingar.
Áhugaverdar viðmerkingar
Verjan gekk sera væl. Andmælingarnir løgdu dent á, hvussu týdningarmikil og áhugaverd úrslitini frá granskingini av Sundalagnum norður eru. Tað serliga í Sundalagnum norður er, at sjóvarfalsrákið í uml. 7 dagar skikkar sær sum vanligt er á firðum við inn- og útráki við munnan norðan fyri, fyri síðani næstu 7 dagarnar at virka sum í einum sundi, har sjógvurin streymar beint ígjøgnum. Útskiftingin seinna tíðarskeiðið er 3 ferðir størri enn fyrra tíðarskeiðið.
Eini andmælingurin vísti eisini á, hvussu hetta avrikið hevur týdning fyri framtíðargransking av lívfrøðiligum viðurskiftunum og endaði við at siga, at hetta helst verður týdningarmikil partur av fleiri granskingarverkætlanum, t.d. við laksalús, dálking og veðurlagsbroytingum.
-Ritgerðin hjá Sissal er eitt gott dømi um, hvussu gransking hjálpir okkum at skilja rák og útskifting í firðum og kring oyggjarnar. Hetta eru viðurskifti, sum eru grundfyritreytir fyri aling og liviumstøður hjá djórum og fyri burðardygga nýtslu av okkara firðum og havøki, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, í eini viðmerking.
Næstu stigini
Sissal Vágsheyg Erenbjerg heldur fram sum granskari á Fiskaaling og fer í næstum at arbeiða víðari við tveimum verkætlanum. Fyrsta verkætlanin FMHat hevur til endamáls at byggja upp eitt teldukervi í Føroyum, har økishavmodellini fyri Føroyar skulu koyra og uppbyggja eitt savn av úrslitum, sum kunnu nýtast í øðrum granskingarverkætlanum. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskaaling, og verður hon framd í samstarvi við Havstovuna, Havforskningen í Noregi og Fróðskaparsetur Føroya.
FjordProcess er onnur verkætlan, har endamálið er at skilja, hvat stýrir føðigrundarlagnum hjá smáfiski á firðunum. Her verður serligur dentur lagdur á at kanna, hvussu útskifting ímillum firðir og opið hav ávirkar føðigrundarlagið. Henda verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna, Fiskaaling, Aarhus Universitet og Havforskningen. Eydna í Homrum á Havstovuni er verkætlanarleiðari, og verkætlanin er fíggjað av skránni fyri havgransking í Norðuratlantshavi.
Sundalagið norður
PhD-verjan varð hildin á Niels Bohr instituttinum á KU, har einans 10 áhoyrarar kundu vera til staðar orsakað av koronustøðuni. Framløgan varð eisini stroymað.
Granskingarráðið, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling fíggjaðu verkætlanina.
Høvuðsvegleiðari hjá Sissal V. Erenbjerg var prof. Eigil Kaas frá Københavns Universitet, og aðrir vegleiðarar vóru Jon Albretsen, Knud Simonsen og Bogi Hansen. Andmælingar vóru Christine Hvidberg, Jarle Berntsen og Hans Burchard.
Fiskaaling ynskir Sissal hjartaliga til lukku við avrikinum!
Les eisini: