Fiskaaling bjóðar til PhD móttøku á iNOVA 12. juni
Í sambandi við at Tróndur Kragesteen vardi sína PhD í februar 2020, bjóðar P/F Fiskaaling til almenna móttøku á iNOVA á Hoyvíksvegnum 51 í Tórshavn fríggjadagin t. 12. juni kl. 15:30.
Stjórin á Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum bjóðar vælkomin, og síðani fer Tróndur Kragesteen at greiða frá PhD verkætlanini, sum hevur heitið: Minking av lúsapláguni í føroysku alivinnuni.”
Tróndur hevur megnað at tvinna bio-fysiska modelering fyri lúsamenning og bio-økonomisk model, ið kunnu greina búskaparliga vinningin við ymiskum strategium at basa lúsini. Endamálið er at framleiða ein leist, sum kann finna fram til ta strategiina fyri lúsabasan, ið loysir seg best.
Høvi verður at heilsa uppá Trónd og seta spurningar í sambandi við verkætlanina. Fiskaaling bjóðar gestunum ábit og okkurt leskiligt afturvið.
Tróndur starvast á Fiskaaling, har hann framhaldandi fer at granska í spjaðing av laksalýs. Hetta verður skipað sum ein post doc, sum er fíggjað av Granskingarráðnum.