Ov nær alibrúkunum
Um dagarnar frættist um eitt útlendskt far, sum legði at einum føroyskum aliringi. Bátur frá brúkinum gav teimum boð um at halda seg burtur, og tað lovaðu útlendingarnir at gera.
Hetta kann vera rættiliga óheppið, tí eingin veit, hvat eitt far, sum kemur uttaneftir, kann bera við sær. Og í ringasta føri kann slíkt elva til smittu, sum aftur kann gerast ein vanlukka, um illa vil til.
Nú eiga vit sjálvandi ikki beinanveg at mála hin grábeinta á veggin. Men víst eigur tó at verða á, at tað skal halda frástøða frá aliringunum. Eisini tá talan er um føroysk skip og bátar.
Og tað er ikki altíð, at føroyingar virða hesa frástøðu, skilst á øllum brøgdum.
Tann, sum siglir fram við alibrúki, hevur skyldu at halda seg í minsta lagi 50 metrar frá ringunum. Tað stendur eisini á ringunum. Í hvussu er fleiri teirra. Og kortini síggjast bátar av og á liggja kloss upp at teimum. Bæði bátar, sum fiska, og eisini slíkir, sum bara av forvitni eru farnir at hyggja, hvussu út sær á slíkum staði.
Alingin stendur fyri einum heilt stórum parti av føroyska útflutninginum, og tí verður tað einki minni enn ein vanlukka, um hesin av ósketni frá óviðkomandi fær trupulleikar. Líka mikið, hvørjir teir eru.
Skip og bátar eiga tí at virða ta skelting um frástøðu, sum merkt er á aliringunum.
mikudagur, 8. juli 2015