týsdagur, 17. september 2013
Opin hús við Áir
Í samband við mentanarvikuna hjá Sunda kommunu, hevur
møguleiki verið at vitja ymsu stovnarnar við Áir í dag.
Hjá Fiskaaling var opið fyri almenninginum seinnapartin, og
fitt av fólki nýtti høvið at sleppa at síggja ymsu bygningarnar og fáa at vita
um tað, sum har fer fram.
Byrjað varð við eini filmframløgu í móttøkubygninginum, har
greitt varð frá um kynsbótararbeiðið, felagið stendur fyri. Síðan varð farið
saman við starvsfólki runt til ymsu bygningarnar, sum í løtuni hýsa bæði lívfiski
og yngli.
Myndin sýnir fólk frá umsitingini hjá Sunda kommunu, sum
saman við Tróndi vóru og hugdu at m.a. lívfiskinum, sum er komin úr Skopun
norður til Áir at verða strokin.