fríggjadagur, 3. oktober 2014
Triðja útgáva av Alitíðindi 2014 er komin.
Í útgávuni hesaferð er grein um tveir Ph.d-arar á Fiskalaling. Talan er um tær báðar, Ásu Johannesen og Agnes Mortensen.
Ritgerðin hjá Ásu Johannesen var um atferð hjá fiski. Hon varð vard við University of Leeds í Englandi.
Agnes Mortensen vardi sína ritgerð við University og New Hampshire í USA. Hennara ritgerð var um tara.
Umframt eru greinar í Alitíðindi hesaferð um evnafrøðiliga niðurberjing av lasksalús, um at Fiskaaling er við í leiting eftir nýggjum aliøkjum, og um helst minsta havrannsóknarskip um okkara leiðir, sum er 25 fót glastrevjabáturin Írland hjá Fiskaaling.
Eisini er grein um, at Fiskaaling hevur fingið støðu sum sjúkufríur framleiðari.
Vanligt er, at eitt framleiðsluyvirlit frá alivinnuni er við í Alitíðindi. Soleiðis er eisini hesaferð.
Alitíðindi kunnu lesast her