fríggjadagur, 14. september 2012
Klæmint Østerø er settur í starv á Fiskaaling. Hann er fyribils settur í starv í eitt ár og verður knýttur at toyminum ”Tøkni og umhvørvi” og skal arbeiða burturav við verkætlanini ”Aling á opnum havi”.
Klæmint er 41 ára gamal, útbúgvin verkfrøðingur og er í holt við Master yvirbygningin, sum skal vera liðugur í juli 2013.
Klæmint kemur frá starvi í Landsverk, har hann hevur verið síðani 2002. Hann var varaleiðari á havnadeildini til hendan varð niðurløgd sum sjálvstøðug deild. Klæmint hevur arbeitt inan økir har verkløg og náttúra møtast og innan verkætlanararbeiði og verkætlanarleiðslu. Eisini hevur hann arbeitt við teldusimulering av aldu- og streymviðurskiftum.
Vit ynskja Klæminti vælkomnan á Fiskaaling