Nýggjur framleiðsluleiðari
Fiskaaling hevur fingið nýggjan framleiðsluleiðara. Fyrst í februar tók Lisa Frederiksberg við starvinum sum framleiðsluleiðari eftir Astrid Hansen, sum er farin í annað starv hjá Fiskaaling
Nýggi framleiðsluleiðarin kemur úr starvi hjá Vaðhorn Seafood á Strondum. Hon hevur tikið við leiðsluni fyri framsleiðsluni av laksarognum og –yngli á støðini hjá Fiskaaling. Eisini er hon leiðari fyri lívfiskastøðini í Skopun.
Lisa Frederiksberg sigur, at hon fer at leggja seg eftir at hækka tænastustøðið enn meira.
-Hetta er kjølurin í alivinnuni, og okkara tænasta til bæði veitarar og keyparar, skal vera á so høgum støði, sum yvirhøvur til ber. Ein stór avbjóðing er altíð at fáa arbeiði at ganga rationelt, og at halda seg innan fyri fíggjarkarmarnar, sigur hon.
Ein týðandi liður í góðari framleiðslu er altíð nøgd starvsfólk, vísir hon á, og leggur dent á, at hetta er nakað, hon fer at stremba eftir.
hósdagur, 12. mars 2015