Gransking: At hava tamarhald á laksalús í alivinnuni er ein stór avbjóðing. Hendan avbjóðingin kann gerast minni, um vit vistu hvussu ein lúsastovnur í einum ávísum aliøki uppførir seg. Enska heitið er "Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms."
Hetta er evnið, sum Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur skrivað vísindaliga grein um, sum júst er útgivin í altjóða tíðarritinum Inter-Research Science.
Tróndur J. Kragesteen, PhD, viðger í greinini hvussu populatónsdynamikkmodellir fyri laksalúsa kunnu gerast betri. Hann brúkar m.a. tíðarseriur við lúsadátum at meta um tveir týdningarmiklar parametrar: eksternt smittutrýst og vøksturin í laksalúsastovninum fyri øll føroysku aliøkir, sum hava verið aktiv í tíðarskeiðinum 2011 til 2018.
Granskingin hjá Tróndi er eitt stig á leiðini at leggja alingina soleiðis til rættis, at tamarhald er á laksalúsini, samstundis sum minst møgulig árin eru á umhvørvið og sjálvan alilaksin.
Tróndur J. Kragesteen skrivaði greinina í samstarvi við Knud Simonsen, André W. Visser og Ken H. Andersen.