Gransking: Alilaksur á harðbalnum økjum gevur nýggjar møguleikar fyri alivinnuna, men eisini fleiri avbjóðingar, sum verða lýstar í nýggju kanningarúrslitunum.
Ása Johannesen.
Ása Johannesen, PhD og granskari á P/F Fiskaaling, er høvuðshøvundur á vísindaligari grein, sum PeerJ gevur út, um hvussu alilaksur trívist í aldum og streymviðurskiftum. Enska heitið er “How caged salmon respond to waves depends on time of day and currents.”
Í kanningini verður hugt eftir, hvussu alilaksur háttar sær, tá stórar aldur eru, ella tá streymurin er harður. Hetta eru viðurskifti, sum ávirka livikorini hjá laksinum, alt eftir hvussu nótin verður ávirkað av umstøðunum.
Øystein Patursson og Jóhannus Kristmundsson gera kanningar.
Úrslitini kunnu geva alarum ábendingar um hvussu alingin kann leggjast til rættis, soleiðis at fiskurin hevur so góðar liviumstøður sum til ber. Tað kann millum annað eisini hava týdning fyri søluvirðið á laksinum.
Greinin kann lesast ókeypis á PeerJ.
Viðhøvundar á greinini eru Øystein Patursson, Jóhannus Kristmundsson, Signar Pæturssonur Dam og Pascal Klebert.