mánadagur, 31. oktober 2016
Fiskaaling hevur sett tvey nýggj starvsfólk, sum skulu starvast í granskingar toyminum Biotøkni og Framleiðslumenning.
Elin Jacobsen er útbúgvin laborantur við fleiri ára starvsroyndum.
Hon er byrjað á starvsstovuni á iNOVA, har hon arbeiðir við í ymiskum granskingarverkætlanum hjá Fiskaaling. Eisini er hon lutvíst tengd at rognaframleiðsluni við Áir, har hon eitt nú arbeiðir við siljakvaliteti og giting.
Elin Djurhuus Samuelsen er sett sum granskari, og skal somuleiðis starvast í granskingartoyminum Biotøkni og Framleiðslumenning.
Elin er útbúgvin mikro- og molekylærlívfrøðingur, og hevur júst latið PhD ritgerð inn. Ritgerðin skal verjast seinni í ár.
Elin hevur góðar og viðkomandi royndir innan biotøkni, sum ivaleyst fara at koma Fiskaaling og alivinnuni til góðar.