Nýggj nevnd í Fiskaaling
Tey, sum nú manna nevndina í P/F Fiskaaling, eru Jan Mortensen, ið heldur fram
sum formaður, meðan hini í nevndini eru Kristoffur Laksá, Turið Mørkøre, Niels
Winther, Gunnvør á Norði og Øystein Patursson. Tey bæði síðstnevndu eru
starvsfólkaumboð.
Í leiðslufrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðalfundin, verður týdningurin av
at hava eitt felag sum Fiskaaling, ið granskar innan alivinuna, lýstur:
"Føroyska alivinnan hevur havt góð úrslit seinastu árini, men vinnan er
lívfrøðiliga viðbrekin, og hon er dagliga í harðari altjóða kapping. Tað er tí av alstórum týdningi, at
Føroyar granska innan aling, og at vit áhaldandi menna hættir, ið kunnu
optimera alingina, soleiðis at alivinnan framhaldandi kann vera lønandi.”
Víðari verður sagt í leiðslufrágreiðingini, at ”Í grannalondunum verður nógv
orka brúkt upp á gransking innan aling, bæði innan lokalar avbjóðingar og innan
almenna aligransking. Taka Føroyar ikki eisini lut í vinnugranskingini, er vandi
fyri, at kappingarneytarnir fáa tann marginala fyrimunin, sum ger, at alingin í
Føroyum verður eftirbátur. Ætlanin er, at Fiskaaling skal verða við til at
tryggja kappingarførið í alivinnuni til frama fyri alt samfelagið.”
Staðfestast kann, at vinnan hevur tikið væl undir við og samstarvar við
Fiskaaling um granskingina innan aling í Føroyum. Føroyska alivinnan sær fram
til, at Fiskaaling kemur við fleiri verkætlanum í samstarvi við vinnuna, sum
geva vitan, ið kunnu betra kappingarførið hjá føroysku alivinnuni.
Granskingin í 2016 varð skipað undir hesum evnum: Aliframleiðsla, Fiskaheilsa,
Umhvørvi og Nýggir vinnuvegir. Nakrar verkætlanir eru í hvørjum evni og
granskingaravrikini í 2016 eru lýst í serstøkum avrikslista, sum er sendur Uttanríkis-
og vinnumálaráðnum.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta,
ber til at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, tlf. 774747.
týsdagur, 27. juni 2017