Nýggj vísindagrein við heitinum: "Fucus vesiculosus extract inhibits the proteolytic activity and gene expression of matrix metalloproteinases in Atlantic salmon (Salmo salar L.)”, er júst komin út í altjóða tíðarritinum Aquaculture International. Í greinini verður staðfest, at ein taraúrdráttur kann tálma kollagenasu-aktivitetinum í laksi. Kollagen er eitt protein, sum hevur sera stóran týdning fyri beinagrindina, húðina og bindivevnaðin í menniskjakroppinum. Kollagenasu-ensymini eru ein natúrligur partur av kroppinum, men um kroppurin missir tamarhaldið á kollagenasu-aktivitetinum, kunnu ensymini niðurbróta kollagen og gera stóran skaða á bindivevnaðin í menniskjakroppinum. Av teirri orsøk eru kollagenasu-ensymini sett í samband við nógvar ymiskar sjúkur, har bindivevnaðurin í menniskjakroppinum verður niðurbrotin. Á sama hátt kunnu kollagenasu-ensymini í fiski niðurbróta bindivevnaðin í fiskaflaki. Í natúrligum bindivevnaði gera kollagenketur og aðrar langar mýlketur eitt netverk, sum heldur vøddaløgunum í fiskaflakinum saman. Bert smáar broytingar í hesum netverki kunnu gera, at bindivevnaðurin skrædnar, og hol kemur í flakið. Hetta verður nevnt ”gaping”. Flak við gaping er ein trupulleiki hjá laksaframleiðarum, tí tá kann vøran ikki seljast sum fyrstafloks. Í greinini verður staðfest, at ein taraúrdráttur sum nevnist fucoidan kann tálma kollagenasu-aktivitetinum í laksi. Kollagenasu-aktiviteturin í laksanýranum er sera høgur, og kanningar hava áður víst, at neyvt samband er millum gaping og ov vánaliga reinsing av búkholuni, tá fiskurin verður kruvdur. Granskarar hava eisini víst á, at fucoidan kann tálma øðrum ensymum, sum til dømis thrombin, sum kann aktivera kollagenasu-ensymini. Tískil kann fucoidan bæði tálma kollagenasu-ensymunum beinleiðis og óbeinleiðis (umvegis thrombin). Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa, samstundis sum útboðið av rávørum til at virka alifóður burtur úr gerst altsamt minni. Fóðurframleiðarar og vísundafólk hava víst tara stóran áhuga orsakað av, at tari møguliga kann brúkast í alifóðri. Í hesum sambandi eru fleiri taraverkætlanir settar á skinnarar bæði í europeiskum og norðurlendskum høpi. Áhugin fyri at ala tara er eisini vaksandi í Føroyum, og fleiri føroyskar fyritøkur eru settar á stovn seinnu árini við tí fyri eyga, at ala tara til matna og til fóður. Vísindagreinin vísir á, at tari, sum inniheldur fucoidan, kann møguliga brúkast í alifóðri fyri at tálma kollagenasu-aktivitetinum í laksi og soleiðis minka um nøgdina av gaping. Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum, Statoil og Fiskaaling. Arbeiðið er gjørt á Fiskaaling, iNOVA og Fróðskaparsetur Føroya. Rithøvundarnir eru Jonhard Eysturskarð, Sunnvør í Kongsstovu, Daisy Færø, Ása Jacobsen og Hóraldur Joensen. Øll greinin kann lesast her: http://link.springer.com/article/10.1007/s10499-017-0157-7?wt_mc=Internal.Event.1.SEM.ArticleAuthorOnlineFirst