Nýtt menningarsamstarv millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og P/F Fiskaaling
Í gjár 24. juni undirskrivaðu Uttanríkisráðið og Fiskaaling avtalu um menningarsamstarv.
Talan er um menningarhjálp eftir einum nýggjum leisti í føroyskum høpi. Eitt nú hevur Fiskaaling serligar førleikar innan gransking, menning og ráðgeving um aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni. Ætlanin er tí at lata upp fyri eitt nú skiftislestri fyri lesandi, uppihald hjá vísindafólki ella førleikamenning hjá starvsfólki, sum arbeiða innan fyri somu øki í heimlandinum. Á henda hátt ber til at veita virðismiklan kunnleika, sum kann gagnnýtast í heimlandinum.
“Hetta er eitt serstakt høvi, har Fiskaaling samvirkar til, at Føroyar taka heimsmálini hjá ST í álvara, samstundis sum vit eru við til at breiða út vitan og serkunnleika til frama fyri menning innan aling í menningarlondum, har vit leggja dent á smáoyggjaríki í menning og strandarlond” sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, í eini viðmerking.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, segði eisini, at “Føroyar á henda hátt kunnu geva ítøkiligt íkast til menningarhjálp við føroyskari servitan.” Hann vísti somuleiðis á tey altjóða sambond, ið kunnu knýtast millum Føroyar og tey luttakandi londini sum avleiðing av tílíkum samstarvi.
Næsta stigið verður at orða eina ítøkiliga virkisætlan soleiðis, at ein mannagongd kann gerast fyri, hvussu hetta menningarsamstarvið kann fremjast í verki. Ætlanin er, at fyrstu gestirnir koma til Føroya longu í ár.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling: tel.: 774 747 ella johanna@fiskaaling.fo