Gransking: Annað árið á rað varð P/F Fiskaaling bjóðað til Nýfundlands á ráðstevnu. Her helt Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling, fyrilestur um rognkelsi í føroysku alivinnuni og granskingina, tey hava ført við sær í Føroyum. Ráðstevnan varð hildin í St. John´s, har eisini nógvir føroyingar hava verið í sambandi við fiskiskap.
Framleiðsla og nýtsla av rognkelsum sum lúsatýnari er nýggjari í Nýfundlandi enn í eitt nú Føroyum og fleiri øðrum londum við. Fyriskipararnir bjóða tí nógvum altjóða serfrøðingum, ið hava ymiskar royndir við aldum rognkelsi, at leggja fram sína vitan. Hetta er samstundis eitt høvi hjá nýfundlendingum at fáa til handa og gagnnýta bestu altjóða vitanina á økinum.
”Ráðstevnan er eitt spennandi høvi at hoyra um nýggjastu granskingina innan fyri rognkelsaaling og fyri at hitta fremstu granskararnar innan fyri hetta sama. Fiskaaling hevur nógva týdningarmikla vitan at leggja fram, og vit fáa eisini nógva góða vitan við heim aftur til okkara,” sigur Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari á Fiskaaling.
Ráðstevnan í fjørð var tann fyrsta av sínum slagi. Tað er Newfoundland Aquaculture Industry Association, sum skipar fyri ráðstevnuni, meðan Memorial University stendur fyri at finna og bjóða fólki við røttu vitanini til ráðstevnuna.