Birgitta Andreasen, granskari, kunnar um nýmentu botndjóraflokkingarskipanina.

Norðurlendskir granskarar á vitjan hjá Fiskaaling

Í farnu viku vóru limir í norðurlendska granskingarráðnum NordForsk og umboð fyri 8 verkætlanir, sum leggja dent á burðadygga alivinnu, ið NordForsk fíggjar, á vitjan í Føroyum. Umframt verkstovu, sum var hildin í  í Norðurlandahúsinum, vóru tey og vitjaðu okkum á Fiskaaling við Áir og á iNOVA.

Á vitjanini fingu tey kunning um virksemi hjá Fiskaaling og framløgur um ymiskt granskingararbeiðið, sum Fiskaaling stendur fyri.

Birgitta Andreasen, evnafrøðingur PhD, greiddi frá nýmentu botndjóraflokkingarskipanini, ið flokkar úrslit frá botndjórakanningum í ymsar dálkingarflokkar. Skipanin, sum verður brúkt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alivirkseminum, er eitt amboð, sum umhvørvismyndugleikin kann brúka. Alifeløgini kunnu eisini brúka flokkingarskipanina í teirra arbeiði at leggja virksemi tilrættis. Flokkingarskipanin er m.a. ment út frá data, ið eru innsavnað síðani 1998, í sambandi við botnkanningar, sum eru gjørdar á aliøkjum og samanberingarstøðum kring landið. Hetta eru botnkanningar, sum m.a. Havlívfrøðiliga royndarstovan og Biofar hava staðið fyri. Tað er væl hugsandi, at onnur lond fara at nýta somu mannagongd til at menna líknandi flokkingarskipanir.

Fiskaaling hevur fleiri virknar granskingarverkætlanir, ið kanna fiskavælferð, bæði á alistøðum á landi og á sjónum. Í síni framløgu greiddi Ása Johannesen, lívfrøðingur PhD, m.a. frá um verkætlanir, ið kanna trivnað og vælferð hjá laksi og rognkelsum. Eisini vísti hon á vísindagreinar, ið granskarar á Fiskaaling hava skrivað um fiskavælferð, og sum eru útgivnar í altjóða tíðarritum.

Framløgan hjá Trónda J. Kragesteen, verkfrøðingi PhD, varð síðsta punkt á skránni. Hann kunnaði um avbjóðingina við laksalús, sum er ein stór forðing fyri framhaldandi vøkstri í føroysku alivinnuni. Tróndur legði fram sína post.doc. verkætlan, har hann arbeiðir við at gera forsagnir fyri, hvussu lúsagongdin er á ymisku aliøkjunum í Føroyum. Hann vísti eisini dømir úr sporingsmyndli, sum hann hevur ment, ið roknar lúsa-sambandið millum aliøkini í Føroyum orsakað av sjóvarfalsrákinum.

Gestirnir vóru sera áhugaðir í framløgunum, og høvdu hópin av spurningum um granskingarverkætlanirnar. Eftir vitjanina við Áir fóru tey víðari til iNOVA í Tórshavn, har Amanda Vang, deildarleiðari á Fiskaaling, vísti teimum runt á deildini.

Vitjanin í Føroyum er tann fyrsta eftir at Føroyar í januar 2023 fingu sjálvstøðan limaskap í NordForsk stýrinum. 

 



Birgitta Andreasen kunnar um nýmentu botndjóraflokkingarskipanina


Tróndur J. Kragesteen greiðir frá lívsringrásini hjá laksalús


Ása Johannesen svarar spurningum frá áhoyrarum