mánadagur, 24. oktober 2016
TARI, Fiskaaling og Norges Vel skipa í døgunum 26. og 27 oktober fyri taravekstovu í Havn.
Á verkstovuni, sum verður hildin á iNOVA í Tórshavn luttaka gott 40 fólk úr Føroyum, Noregi, Íslandi, Danmark, Skotlandi og Týsklandi. Verkstovan er tann fjórða í NORA stuðlaða netverkssamstarvinum ALGET. Afturat NORA hava Vinnuframi og Hordaland Fylki stuðlað luttøku hjá ávikavist TARI og Norges Vel í netverkssamstarvinum.
ALGET netverkið hevur til endamáls at virka sum ein savnandi pallur fyri taravinnuíverksetar í Norðurlondum, og hesaferð eru tað serliga aling, regulering og marknaðarmenning av taraúrdráttum, ið eru fokusøkir.
Skráin er fjølbroytt við bæði føroyskum og útlendskum røðarum, eitt nú fer landstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, at røða um karmarnar ið føroyska samfelagið kann geva taravinnuni at virka innanfyri. Ymisk feløg, ið framleiða úrdráttir úr føroyskum tara, fara at sýna fram og greiða frá sínum virksemi. Seinna verkstovudagin vitja lutakaranir á Ocean Rainforest í Kaldbak og á Faroe Marine Products í Leirvík.
Skráin sæst her