Unn V. Johannesen, lívfrøðingur, við vinnarabjálvanum.

Niklas R. Jacobsen vann lutakastið um 10.000 kr

Føroysk síl: Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Niklas R. Jacobsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling norðuri við Áir í dag klokkan 14, tá vinnandi bjálvin varð trektur millum nærum 200 aðrar.

Síðani 1. desembur 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling hevur staðið fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Niklas R. Jacobsen hevur fiskað nógv síl gjøgnum árið, og hann hevur sent heilt fitt av bjálvum inn til Fiskaaling. Vinnandi bjálvin var av síli, ið varð fiskað í Hvalvík t. 8. august 2020. Hetta var eitt kynsbúgvið kvennsíl, ið var 32 cm til longdar og vigaði 350 g.

Niklas var henda dagin í august og fiskaði síl saman við soninum, Magnus. Teir avtalaðu longu tá sínamillum, at um teir vunnu 10.000 krónur, so skuldu teir býta vinningin millum sín.

Fyribils úrslit

Fiskaaling væntar at fáa nógva og góða vitan burtur úr verkætlanini. Kanningararbeiðið er longu byrjað, og nøkur úrslit kunnu longu nú siga nakað um, hvussu sílini eru fyri.

Eitt nú sigur roðslan nógv um bæði aldur og hvar sílið hevur hildið til. Her síggja vit, t.d., at summi eru leingi í feskum vatni, áðrenn tey fara á sjógv, summi fara skjótt á sjógv, meðan onnur ferðast nógv ímillum. Eisini sæst, at sílini eru best fyri í juni-august.

Nýggj kapping í 2021

Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2021. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn bjálvarnar á sama hátt sum higartil. So verður lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur í desembur 2021.

”Vit vóna sjálvandi, at undirtøkan verður góð um alt landið,” sigur Unn V. Johannesen, lívfrøðingur á Fiskaaling í stuttari viðmerking. ”Í hesum umfarinum vantaði serliga at fáa upplýsingar og roðsluroyndir úr Suðuroy, Vágum og Norðoyggjum.”

Verkætlanin

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum.

Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti:

  • At áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv.
  • At lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv.
  • At samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú viðvíkjandi hita og avfall.
  • At lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár.

Verkætlanin byrjaði á vári 2019, og ætlanin er at halda fram í 2021.

Luttøkan í kappingini virkar soleiðis, at tá sílafiskari hevur fiskað eitt síl, skal hesin skriva longd og aðrar mátingar á ein brævbjálva, har eisini nakrar roðsluroyndir skuldu leggjast í. Fiskaaling brúkar síðani upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at geva størri vitan um føroysku sjósílini.

Fleiri upplýsingar um verkætlanina eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Fiskaaling.