Magnus Sunason Berg

Næmingur kannar strongd hjá rognkelsum

TRIVNAÐUR HJÁ ROGNKELSUM: Í hesum døgum eru fleiri næmingar á Fróðskaparsetrinum farnir í holt við seinasta partin av teirra bachelorútbúgving í lívfrøði. Seinasti liðurin í útbúgvingini er ein verkætlan, har næmingurin á fyrsta sinni skal royna at leiða eina granskingarverkætlan.

 

Ein av hesum næmingunum er Magnus Sunason Berg. Hann arbeiðir við eini verkætlan í samstarvi við Hiddenfjord og Fiskaaling, har endamálið er at kanna í hvønn mun, tað ber til at síggja á rognkelsum, nær tey eru strongd.

 

Um tað eydnast Magnusi at menna eina mannagongd, har tað skjótt og lætt kann staðfestast, tá ið rognkelsini eru strongd, kann hetta gerast eitt sera hent amboð hjá vinnuni, bæði uppi á landi og á sjógvi. Møguleiki er sostatt fyri at gera tað lættari at gera ábøtur, ið kunnu økja um trivnaðin hjá rognkelsunum.

 

www.fiskaaling.fo