Mátingar frá Gulanum
Síðani í februar hava Fiskaaling, SINTEF og Havforskningsinstituttet í Noregi gjørt kanningar á aliøkinum hjá Bakkafrost á Gulanum. Hetta er liður í verkætlani "aling á harðbalnum økjum”.
Útgerð varð sett út hálvan februar og verður væntandi tikin upp fyrst í mai. Útgerðin hevur mátað streymferð kring alibrúkið og skapið á alinótini. Afturat hesum varð hugt at fiska atburðinum.
Tá útgerðin er komin í hús verður farið í holt við at viðgera data. Eftir ætlanin verður hetta arbeiði klárt einaferð í heyst.
Verkætlanin skal varpa ljós á, hvussu viðurskiftini til aling eru á harðbalnum økjum.