mánadagur, 6. januar 2014
Jólaaftan sleit mátaraboyan, sum Fiskaaling hevur liggjandi eystan fyri Nólsoynna. Nýggjur teymur er í ger, og mátaraboyan verður løgd út aftur ein av fyrstu døgunum, tá tað viðrar. Tað ger, at ongar aldu- og streymmátingar eru á heimasíðuni hjá Fiskaaling í løtuni.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt! Mátaraboyan mátar knattstøðuna hvønn tíma, og tí ber til at fylgja slóðini eftir hana. Leiðin, mátaraboyan hevur hildið, vil vísa, hvussu eitt nú dálking, smitta og lýs ferðast, um umstøðurnar eru tær somu.
Tað gingu bert 6 tímar, frá tí mátaraboyan sleit, til hon rak fram við Glyvursnesi, og aftur bert seks tímar til hon var út fyri Miðvági.
Boyan sleit jólaaftan beint fyri middag. Sí mynd. Spakasti streymur var 27. desember.
Vestfallskyrrindi í Suðuroyarfirði vóru hendan morgunin klokkan ellivu, og tí rak norður har boyan lá, tá hon sleit. Rákið í økinum var tó spakt.
Vindmátarin hjá Landsverki á Glyvursnesi vísti hesar tímarnar 10-15 m/s av landsynningi, og tað er helst vindurin, sum hevur tikið boyuna við sær norður á Stongina.
Tríggjar tímar seinni eru kyrrindi á Stongini, og fýra tímar seinni, um trý tíðinna seinnapartin jólaaftan, er boyan komin norður hagar.
Tá er júst farið at reka inn um stongina og suður ígjøgnun Nólsoyarfjørð. Boyan rundar Stongina beint eftir klokkan trý hendan seinnapartin, ættin er landsynningur, og boyan gongur frí av landi.
Næstu tríggjar tímarnar rekur boyan suður ígjøgnun Nólsoyafjørð við rákinum.
Klokkan seks um kvøldið er boyan stødd beint eystur úr Kirkjubønesi.
Boyan verður nú tikin við rákinum, sum nú er um tað harðasta, vestur um Kirkjubønes.
Vindurin er hækkaður upp í eystan, og aftur gongur boyan frí av landi.
Ein tíma seinni er boyan beint eystur úr Hælinum í Hesti. Tað er vestfallsbroddur, og ættin er høgur eystan. Rák og vindur taka komandi tíman mátaraboyuna vestur um Hælin. Her rekur norður og vindurin er nú lækkaður aftur til landsynning, og vindferðin er á leið 10 m/s.
Boyan fer so við ferð norðureftir, og á midnátt er hon út fyri Presttanga uttan fyri Miðvág.
Tað eru kyrrindi, hann er hækkaður upp í landnyrðing, og boyan ferð við vindinum í ein útsynning.
Á middegi jóladag er boyan í ein beinan sunnan úr Tindhólmi. Ættin er seinastu tímarnar gingin upp í norðan, og er síðani gingin vesturá, og er nú útnyrðingurvestan. Boyan fer so rekandi í ein landsynning, til hann seint seinnapartin annan jóladag gongur ein landnyrðing, og boyan melur víðari suður ígjøgnum Vágahavið.
Tann 28. desember árla á morgni, tók Tjaldrið mátarboyuna upp.
Samanumtikið gjørdi ein sera heppin samanrenning av vindi og ráki, at mátaraboyan ikki bar við land leiðini.
Fiskaaling takkar skipara og manning á Tjaldrinum fyri beinasemi, at teir tóku mátaraboyuna upp.