Týsdagin 5. mars vitjaðu Leivur Mortensen, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason á Fiskaaling.
Teir fóru fyrst norður til Nesvíkar, har rakstrarleiðarin á Sjódeplinum, Jóannes Guttesen, vísti teimum, hvussu royndaralingin av rognkelsum fer fram. Afturkomnir til Áir greiddi stjórin á Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum nærri frá fyritøkuni, og um hvønn leiklut Fiskaaling hevur í føroysku alivinnuni.
Leivur, Brandur og Hørður ganga allir í flokki 16V á Glasi, har teir m.a. hava lært um føroyska alivinnu. Tá næmingarnir nú fingu høvi at vitja føroyskt vinnulív, valdu teir at vitja við Áir, har teir bæði vitjaðu Bakkafrost og Fiskaaling.