Minni lús í aliringum við nettaki og luftventili
Ein norsk kanning
vísir, at alifiskur, sum gongur í sonevndum "snorkelmerd”, hevur minni lús, men
veksur seinni, enn fiskur í "vanligum ringum.
Tað, norðmenn nevna "snorkelmerd”, er ein aliringur, sum teir hava lagt nettak í niðri á
trimum til fimm metra dýpi. Hetta er djúpari, enn mesta lúsin vanliga er. Eitt
rør verður sett niður ígjøgnum takið, soleiðis at fiskurin sleppur upp at fylla
sundmagan.
Kanningin, sum gjørd varð á sumri 2012, vísti, at nøgdin av lús á fiskinum í hesum ringunum minkaði
munandi.
Hinvegin vísti kanningin eisini, at fiskurin í hesum ringunum vaks munandi seinni, enn fiskur
í "vanligum” ringum. T.v.s uttan tak.
Granskararnir meta, uttan at kunna prógva tað, at talan helst er um, at fiskurin í ringunum
við taki, fekk minni fóður, enn fiskurin í "opnu” ringunum. Hesa meting grunda
teir á, at gróðurin í sjónum helst hevur gjørt nettakið so mikið tætt, at
fóðrið ikki er sloppið niður ígjøgnum.
Tað, at lúsin minkaði í royndarringunum, ger, at granskararnir hava gjørt av at halda fram við
royndunum.
Myndin er frá
lusedata.no
mikudagur, 24. juli 2013