Allir partar av mannagongdini at lýsa bakteriusamansetingina í einum sýni eru nú fyri fyrstu ferð gjørdir í Føroyum. Vanliga verða tílíkar kanningar heilt ella lutvíst gjørdar uttanlands, men nú hevur Fiskaaling gjørt tílíkar kanningar á granskarasetrinum iNOVA í Tórshavn, har Biotøkni-toymið hjá Fiskaaling heldur til. Hesar kanningarnar kunnu eyðmerkja allar bakteriur, sum eru til staðar í einum sýni, og lýsa lutvísu mongdina av hvørjum einstøkum bakteriu slagi. Á Fiskaaling verður mett, at tørvur eru á slíkum tænastum í Føroyum, tí bakteriur hava stóra ávirkan á ómetaliga nógvar umstøður innan aling. Tær fyrstu kanningarnar hjá Fiskaaling hava lýst bakteriusamansetingina í ymsum sýnum frá kruvdum laksi. Tøkudagin vórðu sýni tikin ymsastaðni úr gørnunum, av slipuni og innan úr búkholuni, og fylgjandi dagarnar, meðan laksurin lá á køligoymslu, vórðu sýn tikin av vætuni í gloymslukassum. Úrslitini kunnu nýtast til at lýsa ein møguligan samanhang millum bakteriur, sum náttúrliga eru til staðar á og í laksinum, og bakteriur, sum kunnu ávirka góðskuna á laksinum við eitt nú niðurbróting av bindivevnaðinum, meðan hann liggur á køligoymslu. Granskarasetrið iNOVA ognaði sær tól til at gera hesar kanningar fyri eini tíð síðan, men tungt hevur verið at fingið gongd á nýtsluna, tí kanningararbeiðið er rímiliga umfatandi. Fiskaaling hevur nú, sum fyrsti brúkari við slíkum royndum, eisini møguleika at hjálpa øðrum í gongd við slíkar kanningar.