Altjóða netráðstevnan um laksalús, sum Fiskaaling skipaði fyri í døgunum 7-9 septembur 2021, varð vitjað av tilsamans 1.200 serstøkum innritanum.
Framløgurnar á ráðstevnuni góvu hyggjarunum hópin av upplýsingum og vitan um lús og aling. Hetta er fyrstu ferð síðani 2018, at lúsagranskarar hava luttikið í einari felags ráðstevnu av hesum slagi. Ráðstevnan gav eisini møguleika hjá hyggjarum at senda inn spurningar og viðmerkingar, sum framløguhaldararnir so svaraðu og kjakaðust um í beinleiðis stroyming.
Nú er øll ráðstevnan løgd út á YouTube, soleiðis at altíð ber til at síggja tað, sum kom fram:
Sea Lice Online 2021 1/3 - YouTube
Sea Lice Online 2021 2/3 - YouTube
Sea Lice Online 2021 3/3 - YouTube
Ráðstevnuupptøkan er býtt í tríggjar partar, ein fyri hvønn dagin. Eisini ber til at fara beinleiðis til ta framløguna, sum ein ynskir at finna, við at trýsta á tíðirnar í skránni.
Í filminum er øll ráðstevnan í síni heild, herundir innleiðing, framløgur og kjak.
Stóra lúsaráðstevnan Sea Lice 13th International Conference verður í Norðurlandahúsinum 9-13 mai 2022. Tað ber til longu nú at tekna seg og at senda inn abstracts. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá lúsaráðstevnuni.
Øll ráðstevnan fer fram á enskum.