Granskarar á Firum eru við í ymsum altjóða granskinarverkætlanum. Dr. Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, er granskingarleiðari á eini verkætlan, sum skal fáa greiðu á, um ymiskar mikroskopiskar hvalspýggjur eru í føroyskum sjógvi. GLObecc stendur fyri vitan umlívfrøðiliga margfeldið hjá hvalspýggju. Í summar vóru granskarar úr okkara grannalondunum í Føroyum og settu gongd á hesa verkætlanina saman við Amandu. Í vár koma granskararnir aftur til Føroya at arbeiða víðari við evninum. Í løtuni verða nógv sýni tikin, og nógvar dátur savnaðar saman. Síðani skal tilfarið arbeiðast ígjøgnum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Ætlandi verður verkætlanin liðug í 2026.
Vitja Facebook síðuna hjá GLObecc her