Lúka 8: Visti tú, at pinkuhvalspíggj eru í Føroyum?

Fiskaaling hevur ment kanningarhættir, ið kunnu eyðmerkja ymisk sløg av hydrozoa (hvalspýggja) í sjónum. Støddin á hydrozoa varierar og tað finnast fleiri sløg. Nøkur sløg eru einans nakrar millimetrar til støddar og nærum glasklárar, og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum. Hydrozoa hevur fínar trevsar við kyknum, sum innihalda eiturevni, ið kunnu verða skaðilig fyri alifisk.

Fiskaaling hevur førleikar at taka sýni og eyðmerkja ymisk sløg av hydrozoa, sum í stórum nøgdum kunnu verða til ampa hjá alifiski.

 

Kanningar av mikroalgum og hydrozoa í sjógvi (fiskaaling.fo)