Mikroalgur, ella plantuæti, eru ørsmáar plantur, sum eru í sjógvi og vatni. Tær gera ljóssamruna, fotosyntesu, og eru fyrsta lið í føðiketuni. Stórar mongdir af mikroalgum eru inni á føroysku firðunum um summarið.
Í Firum duga vit at kanna mikroalgur í sjónum. Tað gera vit í altjóða samstarvi við granskingarstovnar í øðrum londum.
Orsøkin til, at Firum ger hesar kanningar, er, at ávísar mikroalgur eru eitrandi fyri alifisk, tí tær innihalda eiturevni, ið kann gera, at táknurnar gerast óvirknar. Aðrar mikroalgur hava hvassar kantar ella píkar, sum eru til ampa fyri táknurnar hjá alifiski.
Fiskur, sum livir á okkara firðum, kann rýma undan mikroalgum, um tær elva til ampa. Tað kann alifiskur ikki.
Tá nøgdirnar av mikroalgum vaksa, gera vit kanningar fyri alifeløgini. Hesar kanningar geva vitan um, hvørji sløg av mikroalgum eru í sjónum, og hvussu stórar nøgdirnar av hesum eru. Hetta er vitan, sum alifeløgini síðani kunnu brúka til at meta um, hvørt mikroalgurnar eru til ampa.
Sí fleiri videobrot á okkara YouTube rás HER