LÚKA 6: Visti tú, at tað er fríggjadagin 13. desembur, at vit finna vinnaran av teimum 10.000 krónunum?

Seinastu árini hava vit á Firum eftir áheitan frá Havbúnaðarfelagnum framt kanningar fyri at vita, nær sílini fara á sjógv fyrstu ferð, og hvussu tey trívast. Í tí sambandinum hava vit biðið um hjálp frá sílafiskarum, sum hava verið sera samstarvshugaðir. Tá teir hava fingið laks ella síl, hava teir hava sent okkum roðslu av fiskinum í serliga brævbjálvanum, har ein rúgva av upplýsingum eisini skulu skrivast á, áðrenn hann verður sendur okkum við postinum.

Vit skráseta longd, vekt, stað, kyn, lús og aldur. Mynd verður tikin av roðsluni, og myndin verður so skannað og løgd í ein dátabanka. Øll, sum hava sent okkum ein brævbjálva við roðslu, eru við í lutakastinum um 10.000 krónur. Og vit draga um eina viku, fríggjadagin 13. desembur kl. 13, og stroyma beinleiðis á Facebook hjá Firum.