Við GLOBecc-verkætlanini royna vit á Firum at eyðmerkja, hvørjar hvalspýggjur liva í havinum rundan um Føroyar. Tað gera vit fyri betur at vita, hvørjir vandar tær kunnu vera fyri alifiskin.
Men, hvalspýggjur hava møguligar nýtslumøguleikar, tí tey hava í sær føðsluevni, matvirði og lívfrøðiligar samansetingar, sum kunnu koma væl við.
Lego Hetjur eru eitt lið í First Lego League (FLL). FLL er størsta náttúru og tøkni kapping í heiminum, har børn og næmingar í aldrinum 10 til 16 ár royna seg í evnunum náttúruvísindum, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Lego Hetjur eru næmingar í 6.flokki í Skúlanum við Løkin í Runavík. Tey hava arbeitt saman við GLOBecc um at framleiða kettumat úr seyðakjøti og hvalspýggju. Sum part av teirra verkætlan í kappingini um First Lego League fyrst í novembur, gjørdu tey royndir við júst hesum kettumatinum.
Hesin bólkurin kannaði, hvønn leiklut hvalspýggjur hava í sunnum vistskipanum, og hvussu blómanini av hvalspýggju virkar og ávirkar. Tey royndu at gera kettumat. Tey blandaðu loyvdir frá slaktinum – tað, sum ikki verður brúkt á seyði – saman við hvalspýggjum, sum tey fingu frá GLOBecc, og framleiddu soleiðis kettumatin. Sera burðardygg framleiðsla. Køtturin Tango gjørdi smakkroyndirnar og gav kettumatinum ”GoPle GoPle” 4,5 av 5 labbum! Forrestin, so fara Lego Hetjur og floksfelagarnir við flogfari til Danmarkar í dag, har floksfelagarnir skulu luttaka í donsku kappingini í FLL. Til lukku við góða hugskotinum og góða arbeiðinum, Lego Hetjur!