Ein vanligur háttur at máta strongd hjá ymiskum alifiski er at taka blóðroynd, har mongd av strongd hormoninum cortisol verður mátað. Hetta er vanliga brúkt í royndum, har kannað verður hvussu ymsar umstøður streingja fiskin. Á Fiskaaling gera vit oftast tílíkar kanningar við at máta cortisol í slipuni ístaðin. Mátingarnar samsvara væl við vanligu blóðroyndirnar og eru bæði meira ómakaleysar og hartil púra óskaðiligar fyri fiskin.
Kontakt: Ása Jacobsen, Heidi S. Mortensen, Elin Jacobsen