LÚKA 4: Visti tú, at fiskaheilsutoymið hjá Firum regluliga hevur kalibreringsdag?

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið hjá kanningarfólkunum hjá Firum er dygdargott. Mynduleikarnir fáa yvirlit yvir støðuna, og alifyritøkurnar leggja part av sínum virksemi til rættis eftir úrslitunum, sum kanningarfólkini á Firum koma við. Tí verður javnan skipað fyri sokallaðum kalibreringsdegi á Firum. Einum degi, har kanningarfólkini saman við hinum í fiskaheilsutoyminum samanbera teljingar, fáa frálæru og kunning um laksalús, seiðalús, AGD og táknubroytingar.