Tróndur Kragesteen er granskari og deildarleiðari á Fiskaaling. Hann er kandidatur í akvatiskum vísindum og tøkni og PhD í lívfrøðiligari myndlan.
Í síni gransking hevur Tróndur m.a. kannað, hvussu lúsin spjaðist millum firðirnar, og gjørt forsagnir fyri, hvussu lúsin mennist á aliøkjum eftir, at alifiskur er settur út.
Á Vísindavøkuni 22. september greiddi hann frá royndum við einum lúsamodelli, ið er ment á Fiskaaling. Hann kemur t.d. inn á, hvørt lúsamarkvirðið ávirkar samlaða talið av avlúsingum.